Um 50 ár... - 200

Um 50 ár... - 200

  • 출시년도: 2003
  • 언어: 아이슬란드어
  • 지속: 3:57

아래는 노래 가사입니다. Um 50 ár... , 아티스트 - 200 번역 포함

노래 가사 " Um 50 ár... "

번역이 포함된 원본 텍스트

Um 50 ár...

200

Tað eru nú liðin 120 ár síðani sjálvstýrisrørslan í Føroyum tók seg upp

Og líka frá byrjan hava vit verið noyddir til at berjast á tveimum hermótum

Ein tann fyrsta orrustan var, at fáa føroyingum føroyskt mál inn í skúlarnar og

kirkjurnar í Føroyum

Soleiðis at tey føroysku børnini kundu spyrja, læra og tosa á móðurmálinum

Í staðin fyri at skula og sita og jabba kongarekkjur og tabellir á einum máli,

tey onki skiltu av

Tað var so seint sum í 1938, at tað varð komið á mál

eftir drúgva togtogan við mynduleikarnar í Danmark og sambandsmenninar í Føroyum

Og eg kenni ongan føroying, sum heldur vildi havt danskt í skúlanum

Og um 50 ár verða eingir føroyingar sambandsmenn

Tað var heldur ikki í lagi við teimum donsku myndugleikunum, at vit fingu

okkara egna flagg.

Ikki fyrr enn Danmark varð hersett av týskinum og vit av bretunum

Fingu føroysk skip forboð ímóti at sigla undir Dannebrog

Stríðið um Merkið

Føroyska flaggið, sum leingi hevði møtt mótstøðu frá dønum og teirra gimpum í

Føroyum

Skuldi nú verða vundið á stong á øllum Føroyskum skipum

Vóru sambandsmenninir fyri?

Guð vóru teir ei!

Teir vildu heldur hava okkum at brúka okkurt fyribils flagg

Soleiðis at aftan á kríggið kundi Dannebrog aftur veittra í húnar hátt í Føroyum

Kennir tú nakran føroying í dag, sum ikki er góður við Merkið?

Teir kunnu teljast á einari hond

Og um 50 ár eru ongir føroyingar sambandsmenn

Hvat eru tað fyri fólk, sum koma sær at læra síni børn, at tey ikki eru líka

nógv verd sum onnur menniskju,

Sum trútta niður í tey hjálparsloysi og undirlutakenslur

og læra tey at ganga ímóti sínum náttúrligu menniskjansligu instinktum?

Vit eru ikki býttari enn onnur fólkasløg

Vit eru ikki býttari enn onnur fólkasløg

Vit eru ikki býttari enn onnur fólkasløg

Og tað kann ikki vera so ómøguligt at fáa eitt so lítið land sum okkara upp at

koyra

Og um 50 ár eru ongir føroyingar sambandsmenn

Um 50 ár verða ongir sambandsmenn eftir

Um 50 ár fer hesin spurningurin ikki longur at skilja okkum

Um 50 ár, tá vit langt síðani eru vorðin sjálvstøðug

Og fólk hava sæð, at tað var ikki so ringt, og vit vóru ikki so skíthamrandi

býtt

Og smakkurin av fullveldi ikki var so beiskur hóast alt

Tá fara vit øll allíkavæl at standa øksl móti øksl á Vaglinum á ólavsøku,

á tjóðarhátíðini

Og syngja «Tú alfagra land mítt"av heilum hjarta

Og børnini, sum vaksa upp, fara ongantíð at undrast á hví tað man standa «Danmark"og «danskari"í passinum hjá mammu og pápa

Og tá børnini spyrja teir gomlu, fyrrverandi sambandsmenninar, hví teir bóru

seg so býttisliga at

Tá fara sambandsmenninir at skammast og kísta børnini út í túnið at spæla

Um 50 ár verða ongir sambandsmenn

Um 50 ár verða ongir sambandsmenn

Um 50 ár verða ongir sambandsmenn

Um 50 ár, so fer alt hetta her at vera líka mikið

Tí um 50 ár fer hesin spurningurin ikki longur at skilja okkum

아티스트의 다른 노래:

1

Drotningavitjan

200 • 2005

2

Null hugsjón

200 • 2005

3

Eg blívi svakur

200 • 2005

4

Tað er hemmiligt

200 • 2005

5

Mamma

200 • 2005

6

Fjern den klud

200 • 2005

8

Muscleman-blað

200 • 2005

9

Vit eru 200

200 • 2013

사이트에 새로운 텍스트와 번역이 추가되었습니다:

200만 개 이상의 가사

다양한 언어로 된 노래

번역

모든 언어로 고품질 번역

빠른 검색

몇 초 만에 원하는 텍스트를 찾으세요