Eg Veit - Eivør

Eg Veit - Eivør

  • Альбом: Room

  • 출시년도: 2012
  • 언어: 아이슬란드어
  • 지속: 3:12

아래는 노래 가사입니다. Eg Veit , 아티스트 - Eivør 번역 포함

노래 가사 " Eg Veit "

번역이 포함된 원본 텍스트

Eg Veit

Eivør

Altíð ræddist eg taran í sjónum,

rekandi vøkstur um klettar og brot,

síðani, saman við ótta og vónum,

hevur tú rikið mítt hjarta á flot.

Tak í meg, tak um mín iva,

nem við meg, nert ikki við,

sissa meg, tá eg vil liva,

øs meg, tá eg biði um frið.

Nú ert tú aldan, og eg eri tarin,

dregur meg at tær og rekur meg frá,

eigi teg, eigi teg, tá tú ert farin,

veit at eg missi teg, tá tú ert hjá.

Tak í meg,…

Alt tað, sum lokkar og alt, sum vil styggja,

fløðandi, fjarandi ert tú í mær,

lyftur meg upp nú og letur meg liggja,

myrkrið, sum bjargar og ljósið, sum slær.

Tak í meg,…

Ræddist eg sjógvin við myrkri og megi,

visti meg stíga á ótryggan veg,

líknandi leið, men við rekandi gleði,

gangi eg nú: Nú ræðist eg teg.

Tak í meg, tak um mín iva,

nem við meg, nert ikki við,

sissa meg, tá eg vil liva,

øs meg, tá eg biði um frið.

200만 개 이상의 가사

다양한 언어로 된 노래

번역

모든 언어로 고품질 번역

빠른 검색

몇 초 만에 원하는 텍스트를 찾으세요