아래는 노래 가사입니다. Grát ei , 아티스트 - Eivør 번역 포함
번역이 포함된 원본 텍스트
Eivør
Grát ei fyri náttini
Tó at hon tók tínar veingir
Grát ei fyri myrkrinum
Tó at tað sleit tínar streingir
Grát ei fyri sólini
Tó hon blindaði eygu tíni
Tí hon vísti tær ein annan veg
Við skínandi strálu síni
Grát ei lítla vina mín
Títt ljós so bjart man skína
Eg skal biðja hestin mín
Bera byrðu tína
Grát ei lítla vina mín
Tí myrkrið brátt man rýma
Og tá skalt tú vakna til ein sólskinsdag
Har sólin bjørt man skína
Hvørt suð, hvørt sveiggj, hvørt andatak
Man grát so sáran linna
Djúpt í hjarta veit eg, at
Tú sælan frið skal finna
Grát ei lítla vina mín
Tí myrkrið brátt man rýma
Og tá skalt tú vakna til ein sólskinsdag
Har sólin bjørt man skína
다양한 언어로 된 노래
모든 언어로 고품질 번역
몇 초 만에 원하는 텍스트를 찾으세요