Aldan revsar eitt vargahjarta - Hamferð

Aldan revsar eitt vargahjarta - Hamferð

Альбом
Vilst er síðsta fet
Год
2010
Язык
`아이슬란드어`
Длительность
517310

아래는 노래 가사입니다. Aldan revsar eitt vargahjarta , 아티스트 - Hamferð 번역 포함

노래 가사 " Aldan revsar eitt vargahjarta "

번역이 포함된 원본 텍스트

Aldan revsar eitt vargahjarta

Hamferð

Tigandi

Á høgum rókum

Dømandi

Køld og rættvís

Eg tríni óttafullur fram

Aldan talar

Leggur byrðu á meg

Lagna mín spilt av iva

Ótta og vreiði

Minnast skal eg í ævir

Ódnarvargur eri eg

Sorandi á glæðuni

Alt er vorðið myrkt

Eg síggi teg á eggini

Tveita teg í skerini

Skríggj og so er kvirt

Lotið ilskast

Tað myrknar

Eitt tár fellur út í einsemið

Við gróti undir iljum

Merki eg streymin frá fjarum londum

Við bárubroti at hoyra

Síggi eg tey smáu, spælandi berføtt

Við vissu í sálini

Um mína revsing uttan linna

Latið eg aftur eygu

Aldan talar

Pískar tað leikandi lotið

Upp í ta hvirlu

Ið nú skal taka mín kropp

Ódnarvargur eri eg

Sorandi á glæðuni

Alt er vorðið myrkt

Eg síggi teg á eggini

Tveita teg í skerini

Skríggj og so er kvirt

Tú vónarinnar bani, tú ræðugos

Tú eigur lívið í mær

Tak meg nú

Kasta meg í kjaftin

Á miklum klettum

200만 개 이상의 가사

다양한 언어로 된 노래

번역

모든 언어로 고품질 번역

빠른 검색

몇 초 만에 원하는 텍스트를 찾으세요