Hon syndrast - Hamferð

Hon syndrast - Hamferð

Альбом
Támsins likam
Год
2018
Язык
`아이슬란드어`
Длительность
370180

아래는 노래 가사입니다. Hon syndrast , 아티스트 - Hamferð 번역 포함

노래 가사 " Hon syndrast "

번역이 포함된 원본 텍스트

Hon syndrast

Hamferð

«Knús hendan klettin»

Ein bøn sum skot upp í ský

Tað loypir fyri oman

Svíður fyri niðan

Látur lokkar og stirðir

Slær eftirljóð um vøll

Ørligir skuggar sveima

Høgga flísar av vitskustólpa

Tess syrgna leivd eitt gnaga bein

Eitt tekin um hvat einaferð var

Týnd er ilskan

Og skríggjandi óttin etur líkið

Í vøkstri nærum spreingir út í geyl

Rætt fram ressast klettur hóttandi

Hátt reisast úr skorpu hallir steyrar

Svangir við línhvítum holdi í væntu

Varliga berist tú fram

Gátukraft ósædd

Skjót títt fjøtursbrá

Lat ei iljar teg loysa kletti frá

Stóðu av varrum mínum eiðir

Teir í neyðini vilja ei ásanna mítt fall

Glotti á grótodd

Kroppur, sveiptur í alduplaggi

Lívleyst dettur út í tóman heim

Brot, slintrur og álir

Hvirla í reyðum gosi

Fryst títt fjøtursbrá

Mundu iljar teg loysa kletti frá

Hátt av varrum mínum eiðir

Teir í neyðini vilja ei ásanna títt fall

200만 개 이상의 가사

다양한 언어로 된 노래

번역

모든 언어로 고품질 번역

빠른 검색

몇 초 만에 원하는 텍스트를 찾으세요